Fiskimarksbroytingin í 1964
Smá lond ynsktu sær egið fiskimark, tí ofta fóru stór lond avstað við fiskinum, sum svam nærhendis landi. Í 1964 var markið flutt úr seks út á 12 fjórðingar.
HOYR HER Fiskimarksbroytingin í 1964: Føroyingar dámdu ikki trolreiðskap | Kringvarp Føroya
Í dag hava strandarlond 200 fjórðingar fiskimørk. Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Einaferð var havið frítt at fiska hjá teimum, sum høvdu bát og skip.
Árini 1964-1977 var føroyska fiskimarkið 12 fjórðingar.
Í dag ljóðar 12 fjórðingar lítið afturímóti 200 fjórðingum, sum tað er í dag, men í samtíðini var fiskimarksbroytingin í 1964 mett at vera ein munandi øking av føroyska fiskimarkinum.
Frammanundan var fiskimarkið seks fjórðingar.
Við størri fiskimarkið bar í størri mun til at umsita føroyskar fiskastovnar og fiskivinnu.
Undantøk gjørdis varandi
Løgtingið endaði frá 1971 við at geva undantak í fleiri ár, og skipanin gjørdist so at siga varandi.
Løgtingið metti seg tó ikki ført fyri, at avmarka bátatalið, og tískil vóru onkur ár yvir 50 bátar, sum nýttu trol á landleiðini.
Nógvir av trolbátunum endaðu tó við at veiða rundan fisk, t.e. tosk og hýsu, heldur enn flatfiskin og havtaskuna, sum Fiskirannsóknarstovan upprunaliga mælti til.
Ovurveiða veruleiki í 1970unum
Tað var ikki so gott, tí í fyrru hálvu av 1970-árunum varð mett, at toskur og hýsa vórðu ovveitt og at veiðuorkan tí ikki skuldi økjast.
Veiðuorkan hækkaði tó við mongu trolbátunum á landleiðini.
Sostatt komu nógvir fleiri trolbátar at veiða enn upprunaliga tilmælið – hetta minnir okkum eisini um fiskiveiðufyrisitingina nú á døgum.
Tað skrivar Uni L. Hansen á kvf.fo