Sandshavið ávegis á Flemish Kap
Teir loystu um 17.30 tíðina í gjár.
Teir eiga 171,3 tons í rundari vekt, av toski, á Flemish Kap.
Teir siga, at teir sjálvandi høvdu ynskt, at teir kundu haft uppí lastina, nú tá man noyðist at sigla so langt eftir fiskinum, teir leggja aftrat, at tad vildi gagna øllum betri.
Teir eru 16 mans við.
Hettar er 4 túrur hjá Sandshavinum í ár. Tann fyrsti var undir Føroyum, næsti undir Íslandi -og tann triðja fiskaðu teir fyrst í eystur Grønlandi, tað kvotuna teir áttu har -og so gjørdu teir túrin lidnan undir Føroyum.