Fleiri enn 300 fólk vitjaðu Fiskimannafelagið

Opið hús á mentanarnáttini fríggjakvøldið

Hølini lótu upp kl. 19.00 og høvdu vit opið til kl. 23.00.  

Tá hálvur annar tími var eftir av framsýningartíðini, fríggjakvøldið, høvdu 280 fólk hugt eftir modelbátaframsýningini á Føroya Fiskimannafelag.

Skiparar, reiðarar, dekkarar og ungir dreingir høvdu tá verið á gátt, og tá høvdu eisini verið fleiri kvinnur saman við børnum og monnum, so modelskip hava stóran áhuga.

- Mong nýttu eisini høvi at fáa sær ein góðan kaffimunn aftur við góðum práti.

Vit á Føroya Fiskimannafelag eru stak væl nøgd við dagin, tí tá til stykkis kom høvdu fleiri enn 300 fólk hugt at framsýningini, sigur Jan Højgaard, formaður í  Føroya Fiskimannafelag. 

Hetta er fyrstu ferð vit eru við, men neyvan seinastu ferð, leggur Jan aftrat.