Veðrið
Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað við sólglottum, í støðum okkurt ælið.
Fyrrapartin fer ættin at ganga niður í útsynning, og fram ímóti middegi fer at regna.
Seinnapartin og í kvøld frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður.
Í nátt og fyrrapartin í morgin lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 9 stig.