Veðrið
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skýggjað, nógvastaðni mjørki og regn.
Í morgun gongur hann yvir í vestan. Tað klárnar og slítur í.
Út á fyrrapartin veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, sum minkar aftur út á seinnpartin. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 13 stig.
Í nátt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Smáskýggjað, møguliga mjørki í støðum.
Móti morgni gongur hann yvir í eystan og trilkar til lot til frískt lot, 3 til 8 m/s á middegi. Fyrrapartin smáskýggjað, men út á dagin dregur á luftina. Hitin 9 til 12 stig.