Landsstýrismaðurin vitjaði á Fiskimannafelagnum

Hann var kunnaður um virksemi hjá felagnum.

Vitjanin, sum vardi í hálvanannan tíma, var kveikjandi, tí báðir partar høvdu nógv uppá hjarta.

Tosa var um manningarviðurskifti, kvotaskipan kontra fiskidagaskipan, møguleikan at endurnýgga partar av flotanum -og manningarviðurskifti í síni heild.   

Johan Christiansen segði, at slík vitjan er ein týðandi táttur í hansara arbeiði.

Tað hevur stóran týdning at hava góða og dagførda kunning um viðurskifti á økinum, ið lýsa støðuna, avbjóðingar og møguleikar.

Jan Højgaard sigur, at hann setir stóran prís á, at viðkomandi landsstýrisfólk vísa áhuga fyri áhugamálunum hjá Fiskimannafelagnum.