Makrelegg
Endamálið er at kanna útbreiðslu og nøgd av makreleggum í havøkjum sunnan og vestan fyri Føroyar.
Kanningin er skipað sum felags kanning í tíðarskeiðnum frá januar til juli í gýtingarøkinum hjá makreli, t.v.s. frá Portugal til okkara leiðir. Londini, sum taka lut í kanningini, eru Danmark, Føroyar, Niðurlond, Írland, Noreg, Portugal, Skotland, Spania, Stóra Bretland og Týskland.