1000 seiðir merktir norðan fyri Syðradal
Í vár vóru gott 1000 seiðir merktir norðan fyri Syðradal. Talan var um tvey og trý ára gamlan seið (27-40 cm), sum hevur uppvakstrarøki inni við land og sum komandi árini fer at leita sær út á Landgrunnin, har hann gerst partur av vaksna upsastovninum. Vit vænta ikki, at nógvir merktir seiðir verða fiskaðir fyrstu tvey árini – men sum frá líður, og upsin ferðast longri út, verða teir helst fingnir í upsafiskiskapinum.
Havstovan hevur í mong ár merkt tosk á árligum túrum við rannsóknarskipi. Seinast Havstovan merkti seið burturav var í 1991, tá nakað av seiði varð merkt í Sundalagnum. Hesin upsin varð afturfingin víða um á Landgrunninum og øðrum sjóøkjum við, tey næstu átta árini.
Í vár var so avgjørt at merkja seið aftur. Hetta var gjørt í samstarvi við brøðurnar Kristin og Marius Vilhelmsen, sum kenna væl til góð seiðamið nær Syðradali á Kalsoynni. Fiskurin varð fiskaður við runddorg, koyrdur í kør við sjógvi, áðrenn hann bleiv longdarmátaður og merktur. Væl riggaði, og á fimm túrum blivu gott 1000 seiðir merktir.