Veðrið
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, sólglottar og turt fyri tað mesta, tó í støðum okkurt ælið. Hitin 10 til 15 stig.
Í kvøld frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, hann dregur á luftina og sum frá líður fer at regna.
Í nátt fer hann sum frá líður vestur um til útsynning og veksur til frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, fyrrapartin í morgin 15 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, hitin 8 til 12 stig.