Tíðindi

Fiskaaling ynskir hjálp frá tær

Tú kanst senda brævbjálva við roðsluroyndum og uppmátingum av sílum til Fiskaaling

Aftur í ár heitir Fiskaaling á sílafiskarar um at taka lut í sjósílaverkætlanini, ið er stuðlað av Føroya Havbúnaðarfelagi.

Øll, ið hjálpa til við kanningini, eru við í lutakasti um 10.000 skattafríar krónur. Fyri at vera við í lutakastinum krevst einans, at luttakarar senda brævbjálva við roðsluroyndum og uppmátingum av sílum til Fiskaaling.

Fiskaaling brúkar upplýsingarnar og roðsluroyndirnar til at gera skrásetingar og nærri kanningar, sum eru við til at økja um vitanina um føroysku sjósílini. Lutakastið verður í desembur og drigið verður millum allar innkomnu brævbjálvar.

Fiskaaling hevur framleitt serligar brævbjálvar til verkætlanina. Teir fáast ókeypis kring landið á hesum støðum:

  • Magn, Trongisvágur
  • Hjá Rólant, Sandur
  • Jógvan Weihe, Tórshavn
  • Effo, Kollafjørður
  • Effo, Skálafjørður
  • Stanley, Norðskáli
  • Berglon, Klaksvík

Luttakarar kunnu eisini skriva navn og bústað til okkara á [email protected], so senda vit brævbjálvar.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at seta seg í samband við Kirstin Eliasen, deildarleiðara og granskara á Fiskaaling.

Vegleiðing til tøku av roðslu og útfylling av brævbjálvum.