Minningarhald teirra sjólátnu í Klaksvík, Svínoy og á Syðradali
Skráin í Klaksvík
Minningarhaldið í Klaksvík verður hildið við minnisvarðan í Vágstúni. Kórið Vitin luttekur við sangi, og felagssangur verður eisini á skránni. Pól Johannesen, trúboðari, heldur røðu.
Kransar verða lagdir vegna Klaksvíkar Býráð, Føroya Landsstýri, Klaksvíkar Útróðrarfelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.
Eftir haldið verður boðið til drekkamunn í KFUM & K.
Skráin á Syðradali
Á Syðradali verður minningarhaldið hildið allahalgannadag kl. 15.00. Asbjørn Lómaklett bjóðar vælkomin, og Marjun Lómaklett, sóknarprestur, flytir fram røðu og endar haldið við bøn.
Undir haldinum verða sálmar sungnir og kransar verða lagdir av umboðum fyri Fiskimannafelagið, JFK Trol, Viljan, Christian í Grótinum, Klaksvíkar Útróðrarmannafelag, Klaksvíkar kommunu og øðrum.
M/F Sam fer úr Klaksvík klokkan 13.00 og av Syðradali klokkan 15.50 (eykatúrur) og klokkan 17.35 (vanligur túrur). Bussur koyrir niðan til Syðradals.
Eftir haldið eru øll hjartaliga vælkomin suður í skúlan til drekkamunn, kaffi og te við onkrum góðum afturvið.
Skráin í Svínoy
Í Svínoy verður minningarhaldið við minnisvarðan allahalgannadag klokkan 11.00.
Helgi Mortensen flytir fram røðu, og kransar verða lagdir til minnis um teir sjólátnu.
Jósup siglir úr Svínoy uml. kl. 14.00 sunnudagin.

