Í dag flutti løgmaður, Beinir Johannesen, fram røðu í sambandi við minningardag teirra sjólátnu

Røðan kann lesast niðanfyri:

Góðu tit øll,

Tað verður ofta sagt, at tað er eitt fátækt fólk, sum ikki kennir sína søgu.

Í dag rógva vit aftur á søgu teirra sjólátnu. Søga, sum vit skulu kenna.

Virða.

Og minnast við sorgblídni og takksemi.

Tí hvat eru vit, um vit eru søguleys og uttan fyrilit fyri teimum, sum undan okkum fóru?

Tað er fáur føroyingur, sum ikki hevur søgur frá sjónum tætt knýttar at sær.

Flestar søgur eru minniligar, tí yrkið á sjónum hevur verið við til at geva Føroyum og føroyingum ta framgongd og vælstand, vit uppliva í dag.

Men tað eru eisini daprar lagnur á sjónum, sum vit á hvørjum ári á hesum degi minnast.

Bæði staðbundið kring Føroyar - og her á almenna minningarhaldinum í dag.

Sjálvur eri eg ikki nakað eindømi hesum viðvíkjandi. Eisini í mínari ætt finnast góðar og minni góðar lagnur á sjónum.

Og tað er við hesum í huga, at eg í dag vil draga fram gleðileysu jólini í Norðoyggjum í 1913, tá tríggir bátur gingu burtur við 19 monnum tollaksmessudag.

7 við Skarðsbátinum, 6 við Kunoyarbátinum og 6 mans við Norðdepilsbátinum.

Ein hending, sum liggur mær nær, tí fleiri av teimum sjólátnu vóru ættarfedrar mínir.

Tað sigur seg sjálvt, at fá kunnu siga frá skelkinum, sorgini og sakninum, sum hesin vanlukkudagurin bar bygdunum.

Tí fyri Skarðsbygd bleiv hetta eisini byrjanin til endan. Nøkur ár eftir doyði bygdin út.

Tað er eingin loyna, at tað liggur nógv á teimum, sum sita eftir, tá slíkar vanlukkur raka.

Og í teimum førunum, eg sjálvur havi fingið sorgarfullar søgur úr sjónum endurgivnar, eru tað fyrst og fremst kvinnurnar í bygdini, sum eiga heiðurin av, at heilar bygdir reisa seg og liva víðari í dag.

Soleiðis verða vit mint á, hvørjum vit eru runnin av.

Soleiðis skulu vit støðugt steðga á og líta aftur.

Soleiðis skulu vit minnast.   

Tí fyri mong, kanska serliga í mínum ættarliði og yngri, er tað trupult at vita um upphavið uttan, at nakar hevur greitt okkum frá tí.

Og tað er tí av alstórum týdningi, at ættarlið aftaná ættarlið halda fram at greiða frá upphavinum og ikki minst skjalfesta tað.

Hendir tað ikki, verða vit søguleys og liva í dagligum streymi av blinkandi søguleysum boðum.

Uttan at steðga á. Uttan at minnast.

Og verða tá eitt fátækt fólk, sum ikki kennir sína søgu.

Góðu tit øll,

Síðan allahalgannadag í fjør er ein føroyingur farin á sjónum:

Eyðfinn Rólant Johansen úr Miðvági andaðist 14. desember 2025 umborð á partrolaranum Stelki, 69 ára gamal.

Við hesum orðum fari eg, vegna Føroya landsstýri og alla ta føroysku tjóðina, at lýsa samkenslu við tykkum, ið mist hava.

Jesus veri hjá tykkum øllum! Saman drýpa vit høvur í sorg. 

Friður veri við minni hansara.