Veðrið

Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi

 

Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og regn.

Í kvøld hækkar hann í útnyrðing eitt skifti, síðani lækkar hann vestan og minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s.

Tað klárnar og sum frá líður slítur í.

Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s.

Hálv- ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 11 stig, í nátt niður í 4 stig.