Freist til lutakastið um 12.500 kr
Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakastinum í ár um 12.500 kr, er:
16. november 2026
Soleiðis gert tú, tá tú skalt lata eitt fiskamerki og/ella ein merktan fisk inn til Havstovuna.
Sjálvt lutakastið verður 2. desember 2026. Júst hvar ið tað verður, verður lýst seinni. Tiltakið er alment og øll er vælkomin at vera til staðar.

