Nú hevur hann heimstað í Gambia

skift navn til Sea Breeze

Trolbáturin Dýrindal, sum kom í føroyska flotan í 2002, er seldur til Afrika, har hann skal fiska rækjur.

Tað var í januar í fjør at Thor keypti trolbátin, og í mai setti báturin kós móti Spania, har hann skuldi umbyggjast til rækjuveiðu.

Nú er verkætlanin komin somikið langt, at báturin hevur skift navn til Sea Breeze, og hevur fingið heimstað í Gambia, og strikaður úr føroyska flotanum.

Tað skrivar Sverri Egholm á fiskur.fo

Myndinar eigur facebook- vangin hjá Føroysku Sjómansmissiónin