Tíðindi

Spf. Saga fekk 1200 tons av svartkjafti

Felag við 70% útlenskum eigaraskapi fekk 1.200 av svartkjafti frá Fiskimálaráðnum

Fimm feløg hava fingið av kvotuni til vinnuligar fiskiroyndir,
- eitt er felagið Spf. Saga, sum er nýtt í hesum høpi


Á heimasíðuni skrivar Fiskimálaráðið soleiðis um vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti í 2024:

Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 5 av teimum 14 umsóknunum játtaðar, og hava hesar fingið tillutað tey 7.000 tonsini, sum vóru tøk.

Feløgini, sum hava fingið játtan, eru:

P/F Faroe Marine Products - 1.800 tons

P/F Netastovan - 1.800 tons

P/F Thor Fisheries - 1.200 tons

Sp/f Saga - 1.200 tons

P/F Varðin Pelagic - 1.000 tons

Tey flestu feløgini kenna vit væl, men felagið sp/f SAGA er ikki alment kent.

Sambært Skráseting Føroya eru høvuðseigararnir Yuying Huang, Juelsminde, og Lars Larsen, Juelsminde, sum eiga um 70 % av felagnum. Sostatt eru 70 % av eigaraskapinum í sp/f. Saga á útlendskum adressum. Restina av felagnum eiga Eyðstein Eyðunsson Eltør (5 %) og Gestur Hovgaard og Anna Katrin Matras (25 %) umvegis felag teirra sp/f. Innovent. 

Alt um felagið kann finnast HER Eigaraupplýsingar eru nú tøkar her á heimasíðuni - Skráseting Føroya (skraseting.fo)