Tíðindi

Veðrið um vikuskiftið

Í dag er ættin norðan, vindferðin 5 til 10 m/s, í støðum upp í 13 m/s. Tað er samdrigið í erva, og okkurt ælið við vátakava ella kava er at síggja.

Høgættin liggur restina av degnum í dag, men vindurin fer at minka eitt sindur í kvøld, niður í 3 til 8 m/s. Annars fer loftið at síggja tað sama út sum nú, og okkurt kavaælið verður í støðum. Hitin í dag er ímillum frostmarkið og 4 hitastig.

Seinasti dagurin í árinum. Um náttina sama veður sum seint kvøldið fyri, men fram ímóti morgni veksur vindurin upp í 13 til 18 m/s. Ættin enn landnyrðingur. Allan fyrrapartin samdrigið og regn.

Um middagin uppaftur meira vindur, 15 til 20 m/s av landnyrðingi og eystri, samdrigið og regn ella vátakavi. Út á seinnapartin minkandi vindur, men enn samdrigið og regn. Um kvøldið eru 10 til 15 m/s, samdrigið og regn.

Hitin árins seinasta dag millum 3 til 8 stig.     

Tað skrivar Ólavur Kjølbro á norðlýsinum.