Tíðindi

Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

Lot eystan, undir 6 m/s, smáskýggjað og turt ella okkurt ælið.

Seinnapartin ella í kvøld eitt skifti regn ella vátaslettingur eystaneftir og hann veksur vindin til frískt lot upp í frískan vind, 5 til 10 m/s.

Mikudag fyrrapart frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið við regni ella vátaslettingi.

Hitin um dagin millum frostmarkið og 5 stig, í nátt niður í 2 kuldastig í støðum.