Tíðindi

Útflutningurin av fiskamjøli og líknandi vørum heldur fram at vaksa

Útflutningsvirðið fyri tosk, upsa og hýsu er minkað 175 milliónir krónur

Fyrstu sjey mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 6,6 milliardir krónur. Tað eru 380 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022.

Útflutningurin fyrstu sjey mánaðirnar av 2023 er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 7,2 milliardir krónur. Hetta eru 296 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022. 

Størsti vøksturin sæst í bólkunum "Slógv og fiskaúrdráttir" og "Annar fiskur". Bólkurin "Annar fiskur" fevnir um vørur úr fiskasløgum ikki nevnd í talvuni niðanfyri. Meginparturin av vørunum í bólkunum er lýsi, mjøl, fóður og líknandi fiskavørur. Tilsamans er útflutningurin av fiskavørum sum fiskamjøl, fóður, lýsi og líknandi vaksin 882 milliónir krónur hesar fyrstu sjey mánaðirnar. Hetta svarar til umleið 76 prosent vøkstur.

Virðið av laksaútflutninginum er minkað 255 milliónir krónur, ella 8 prosent. Nøgdin er minkað 7.283 tons, ella 19 prosent. Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er prísvøksturin steðgaður.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa er minkað 175 milliónir krónur, ella ávikavist 21 prosent, 1 prosent og 15 prosent. Við at samanbera virði og nøgd sæst, at prísurin á toski er á sama støði sum í 2022, meðan prísurin á upsa er farin upp, og prísurin á hýsu er lækkaður