Veðrið
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, stundum frískur vindur, 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið, serliga norðanfyri.
Sum líður seinnapartin verður langt millum ælini og minkandi vindur niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Í nátt gongur hann niður í landsynning, skiftandi skýloft og turt. Hitin 5 til 9 stig.