Vunnin rættindi
Hóast rættindir eru vunnin, kunnu tey skjótt hvørva, um vit ikki halda fast. Vit mugu tí halda á við stríðnum fyri fiskimannin. Summi vilja bara leita eftir tí negativa, sigur Jan Højgaard.
Tíðindini um Polarstjørnuna og manningina
Her vóru vit framman fyri tíðina, og tí fingu fiskimenn hóast alt løn í tríggjar mánaðir, sigur formaður í Føroya Fiskimannafelag.
Vit hava nóg mikið av negativum tíðindum, sigur Jan Højgaard, sum gleðist um, at ongin fiskimaður fekk skaða av hendingini, tá ið Polarstjørnan koppaði. Hetta kundi endað við eini størri vanlukku, um illa vildi til, leggur hann afturat.
Sum formaður fyri fiskimenninar, so harmist eg, at arbeiðsamboðið hjá fiskimonnum fekk ávísan skaða.
Vit mugu bara gleðast um, at fiskimennirnir partvíst hava arbeitt í tíðarskeiðinum og eisini fingið minstuløn á 1.275 kr. pr. dag í heilar tríggjar mánaðir í tíðarskeiðnum, tá ið Polarstjørnan stóð á bedingini hjá KSS.
Útgjaldið til okkara fiskimenn, sum høvdu tilknýti til Polarstjørnuna, kom ikki burturúr ongum, nei hetta vóru vunnin rættindir í sáttmálanum, og tískil tryggleikin hjá limunum, leggur Jan Højgaard afturat.
Vunnin ALS rættindi
Onnur vunnin rættindi koma fyri á tingfundinum í morgin, sigur Jan Højgaard. Hetta málið hevur FF arbeitt áhaldandi við í einar 8 mánaðir. Í dag síggja fiskimenn fruktirnar av strembanini eftir betri rættindum.
Í morgin broytir løgtingið ALS-lógina, so karensdagarnir hjá fiskimonnum fara úr 30 døgum niður í 15 dagar - og at fiskimenn fara nú at fáa arbeiðsloysisstuðul í 90 dagar í staðin fyri bara 60 dagar.
Vit, í FF, halda á við stríðnum fyri fiskimannin, sigur Jan at enda.