Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin
Frískur vindur upp í strúk sunnan ella av útsynningi, 8 til 13 m/s, í nátt og fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s.
Alt samdøgrið skýggjað og í støðum tám, viðhvørt regn ella okkurt ælið, men eisini onkur sólglotti, serliga norðanfyri. Hitin 8 til 13 stig.