Havnar Arbeiðarafelag skipar aftur í ár fyri 1 mai dagshaldi

Haldið byrjar kl 16 í Vágsbotni

Røðarar í ár verða Bjørg Brynhildardóttir Egholm - lesandi, Dávid McLeod - verkafólk, Jóhan Carl Dam - fyrrverandi nevndarlimur í HAF og Heri Reynheim - formaður í HAF.

Signar og John spæla í samband við haldið.

Havnar Hornorkestur luttekur við horntónleiki.

Tórshavnar KFUK selja vafflir, kaffi, te o.l

Tulkatænasta luttekur við tulki.

Økið verður stongt fyri ferðslu! 

Vit gleða okkum at síggja tykkum!