Fiskimannafelgið og onnur fakfeløg til hoyringar

um tíðartreytaða pensjón

 

Trivnaðarnevndin viðgera í løtuni uppskotið hjá landsstýrinum um tíðartreytaða pensjón.

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava fingið fundarboð.

Higartil í morgun hava Samtaki, Fiskimannafelagið, Lærarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar veri á fundi - og seinni kemur landsstýrismaðurin í almannamálum á fundin.

Á myndini eru tað Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag og Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Sambært lógaruppskotinum kunnu tey, sum hava arbeitt frá heilt ungum árum, fara av arbeiðsmarknaðinum við pensjón, áðrenn fólkapensjónsaldurin er rokkin. 

Tey skulu tá hava arbeitt á arbeiðsmarknaðinum í 50 ár, frá 16 ára aldri.

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard sigur, at samgongan eigur at taka bæði hetta og eisini uppskotið at hækka pensjónsaldurin galdandi frá 2035 aftur.