Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin
Eitt lot av landnyrðingi, 2 til 7 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Mest norðanfyri. Fyrrapartin gongur hann niður í eystan. Seinnapartin veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk av landnyrðingi, 7 til 12 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 4 til 9 stig.