Veðrið
Leygardagin
Lot til frískt lot av landsynningi, og sum frálíður sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður ella regn. Um náttina frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Hitin 7 til 9 stig, í støðum upp í 12 stig.
Sunnudagin
Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum síðan fer vesturum til útsynning og minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn. Sum líður út á dagin hálvskýggjað og bert okkurt ælið, og hann gongur upp í vestan. Um kvøldið og náttina regn, ímóti morgni slítur í. Hitin 7 til 11 stig.
Mánadagin
Lítið lot um vestan, minni enn 5 m/s, smá- ella hálvskýggjað og bert kanska okkurt ælið. Hitin 5 til 10 stig.
Týsdagin
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Um náttina frískt lot til frískan vind millum landsynning og útsynning, 5 til 10 m/s. Skýggjað og út á kvøldið ælaveður. Hitin 7 til 10 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og kanska okkurt ælið. Út á kvøldið frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, møguliga við vátakava. Hitin 5 til 10 stig.