Kenslan er eitt sindur løgin nú skipið er selt

vit síggja fram til eitt spildurnýtt skip

Akranes seldur av landinum

-Nú hetta skipið er selt, eru dagarnir eitt slag av ervi - men við vón; tí vit síggja fram til eitt spildurnýtt skip. Tí eru vit eisini spentir, sigur Grímur.

Fríggjakvøldið fer ro-ro farmaskipið Akranes, hjá Smyril Line, úr Føroyum fyri seinastu ferð. Eitt felag á Kanariuoyggjunum hevur keypt skipið og yvirtekur tað fyrst í juli.

-Kenslan er eitt sindur løgin nú skipið er selt. Eg var skipari á Hvítanesi í góð átta ár, so var hann seldur. Nú havi eg verið skipari her í umleið hálvtannað ár, og nú er hetta skipið eisini selt.

Tað sigur skiparin á Akranesi, Grímur Poulsen.

-Tað var stór og góð broyting at fara frá Hvítanesi og umborð á Akranes, sum var 20 ár yngri og nógv størri. Nú hetta skipið er selt, er tað eitt slag av ervi, men við vón, tí vit síggja fram til eitt spildurnýtt skip. Tí eru vit eisini spentir, sigur hann.

-Akranes er eitt gott skip, og nógv er gjørt við tað. Treyðugt so, tað er ikki nýtt, so tað er altíð okkurt sum tørvar dagføring, sigur Grímur.

-Tá vit fara úr Føroyum liggur leiðin til Rotterdam, har vit bunkra. Síðani sigla vit til Vigo í Spania, har vit lasta farm, sum skal inn á Miðjarðarhavið. Vit koma so at sigla har til vit avhenda skipið til nýggja eigaran í Las Palmas fyrst í juli, sigur hann.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Mynd: Grímur Poulsen, skipari og Bjørn á Lag, yvirstýrimaður.