hevur starvast sum lívfrøðiligt hjálparfólk á Havstovuni
30. apríl hevði Jens Arni Thomasen sín seinasta arbeiðsdag á Havstovuni.
Jens Arni hevur starvast sum lívfrøðiligt hjálparfólk á Havstovuni síðan 2009. Nú Jens Arni er komin til eftirlønaraldur, hevur hann havt sín seinasta arbeiðsdag.
Havstovan takkar Jens Arna fyri drúgva tænastu øll hesi árini.