Metingin fyri komandi viku

frá Fiskamarknaði Føroya

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer helst avstað í næstum. Trý frystilínuskip eru við Eysturgrønland, eitt er á Flemish Kap og fimm eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er harður, veðri verður gott fyri tað mesta. Vit vantað nakað av fiski frá útróðrabátunum.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á Íslandsryggium og fiskar tosk, ein fiskar upsa og so er ein bretskum sjógvi og fikar svartkalva. Tveir landa vantandi síðst í vikuni, meðan tann triðji landar í aðru viku.

Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí. Okkurt parið fer avstað í næstum. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Fýra eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Teir koma at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni. Ein garnabátur fiskar havtasku og kemur helst at landa eftir páskir.