Tað loysti seg at blíva við
Jan Højgaard fegnast, nú sjófeigislógin endaliga er samtykt. Nú kunnu 25% landast, har besti prísur fæst.
Hann sigur, at eftirsum prísurin sum meginregla er hægri uttanlands, so var reelt talan um, at tað var ásett í gomlu ásetingini, at føroysk fiskiskip ikki skuldu landa, har tey fingu hægsta prís!
Vit, í Fiskimannafelagnum, hava tosa upp í saman og víst á, at skipini áttu at fingi loyvi at landa, har besti prísurin fekst, antin tað so var í Føroyum ella uttanlands. Vit vístu á, at tað fór at gagna sperda landskassanum – og eisini sjófólki í rættiliga stóran mun, sigur Jan Højgaard.
Hann sigur, at tað hava verið fleiri løgtingslimir, sum hava ivast, um teir skulu lata føroysku skipini landa aðrastaðni enn í Føroyum, hóast prísurin kundi vera væl hægri har.
Hann fær byr, ið bíðar, og havn, ið rør
Fiskimannafelagið hevur fundast nógv við fólk frá øllum flokkum, um at loyva flotanum at landa har besti prísurin fekst.
Tað sær út til at hava hepnast, at tosa við løgtingslimir, sigur Jan Højgaard. Nú hava fleiri politikarar staðfest, at tað er ein fyrimunur fyri føroyska búskapin, um skipini kunnu landa, har besti prísurin fæst.
Í vikuni er so sjófeigislógin samtykt, har tað nú kunnu landast 25% av veiðuni av svartkjafti, makreli ella norðhavssild, har besti prísur fæst.
Samtyktin gagnar fiskimonnum, tað fegnast vit á Fiskimannafelgnum, sigur Jan Højgaard, at enda.