Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

 

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, sum í kvøld minkar niður í lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað og okkurt ælið í støðum. Hitin 7 til 11 stig.

-

Týsdagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið í  støðum. Hitin 7 til 11 stig.

Mikudagin

Líið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og turt. Hitin 8 til 13 stig.

Hósdagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið í støðum. Hitin 9 til 14 stig.

Fríggjadagin

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið í støðum. Um náttina samdrigið og regn. Hitin 8 til 13 stig.