Um fiskirættindir ikki kunnu fara á uppboðsølu
Tað var ein tann mest beinrakna røðan, sum leingi hevur verið hildin á arbeiðaradegnum, sum McLeod Dávid helt í Vágsbotni í gjár. Sjáldan hevur ein røða rakt seymin so væl á høvdið, sum hendan.
Okkara bústaðarmarknaður er so grundleggjandi skeiklaður, at vit hava fingið eitt nýtt stættarstríð, sum als ikki er á radaranum í tí politisku skipanini. Bústaðarneyðin er blivin so stór og prísirnir bæði at leiga og at keypa so høgir, at fólk illa kunnu gerast bótarfør.
Hetta hevur givið okkum eitt nýtt stættarstríð: eigarar og leigarar!
“Ímyndi tykkum eitt Matadorspæl, har næstan allar gøtur eru keyptar, áðrenn tú byrjar. Har tú bara kanst ganga runt og runt, og gjalda, ímeðan tey, sum eiga gøturnar kunnu samla tað tú hevur goldið. Spælið er innrættað soleiðis, at tað gagnar teimum, sum frammanundan eiga.
Húsamarknaðurin vit búgva í, er hetta Matadorspælið, og arbeiðarin er tann, sum í størri mun verður noyddur at mala í ring og gjalda.
Eigarin byggir upp virði. – Leigarin rennur í ring. – Eigarin leggur tað til síðis, sum leigarin rindar eigaranum í leigu. Hetta er ein ójøvn støða, sum vit eru komin í, har bara tey við pengum sleppa at spæla við. Og hevur tú pengarnar, kanst tú sum sagt leggja meira innundir teg, tí hetta er ein skattafríur marknaður. Ein skattafríur marknaður sum tey vælhavandi brúka til sín fyrimun, og harafturat er øll søla ein ótálmað og óregulerað uppboðssøla, har hægsta boðið vinnur.”
Hetta er størsta og mest álvarsama støðan, sum vit yvirhøvur hava í Føroyum.
Tað skrivar Terji Beder á facebook-vanga sínum
Í røðuni sigur hann víðari at:
“Tað undrar meg, at vit hava eina politiska skipan, sum letur nakað so grundleggjandi sum ein bústað verða latið upp í hendi á teimum fríu marknaðarkreftunum. Tí, tá vit fyri fáum árum síðani tosaðu um fiskivinnunýskipanina, var uppboðssølan søgd at verða so ring fyri tey, sum skuldu brúka fiskiloyvini, at hesi als ikki kundu leggjast til rættis eftir marknaðarprinsippum.
Tá vóru tað flokkar, sum skræddu seg sundur, tí hetta skuldi verða heimsins undirgangur. Teir søgdu, at tað ikki kundi vera rætt, at okkara felags tilfeingi - fiskurin - skuldi vera seldur til hægstbjóðandi. Men um fiskirættindir ikki kunnu fara á uppboðsølu, hvussu ber tað so til, at hús verða seld á hendan hátt? Er ein bústaður minni grundleggjandi enn fiskiloyvir?”
Ja, tað undrar eisini meg, tí tekur samfelagið ikki hond um hendan trupulleikan, so saga vit greinina vit sita á! Tá máa vit grundina undan tí vit standa á.
Vit mugu tora at tosa um avbjóðingina á bústaðarmarknaðinum.
Vit mugu tora at tosa um bæði bústaðarskyldu, ognarskatt og yvirhøvur ein reguleraðan bústaðarmarknað!
HER ER RØÐAN https://lesarin.fo/...