2. viðgerð liðug - samtykt - fiskimenn betri atgongd til ALS

28 løgtingslimir samtyktu lógina

 

Í morgun samtykti løgtingið, við 2. viðgerð, at ALS-lógina, har karensdagarnir hjá fiskimonnum, fara úr 30 døgum niður í 15 dagar - og at fiskimenn fara at fáa arbeiðsloysisstuðul í 90 dagar í staðin fyri sum fyrr bara 60 dagar.

Ein langur kampur, hjá Fiskimannafelagnum, er um at enda komin. Tíbetur stóðu 28 løgtingslimir saman um uppskotið. 

Vit, í FF, halda á við stríðnum til frama fyri fiskimannin, sigur Jan Højgaard.. 

FAKTA 

Hesi 28 vóru á fundinum og stemmaður fyri.

Árni SkaaleFólkaflokkurin, Beinir JohannesenFólkaflokkurin, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,Fólkaflokkurin, Grímur SundsteinFólkaflokkurin, Jacob VestergaardFólkaflokkurin, Hanna JensenFramsókn, Sólvit E Nolsø, Framsókn, Bjarni HammerJavnaðarflokkurin, Eyðgunn SamuelsenJavnaðarflokkurin, Hans Jacob ThomsenJavnaðarflokkurin, Ingilín Didriksen StrømJavnaðarflokkurin, Jóhannis JoensenJavnaðarflokkurin, Kim DurhuusJavnaðarflokkurin, Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin, Uni Holm JohannesenJavnaðarflokkurin, Jenis av RanaMiðflokkurin, Steffan Klein PoulsenMiðflokkurin, Bárður á Steig NielsenSambandsflokkurin, Erhard JoensenSambandsflokkurin, Eyðdis Hartmann NiclasenSambandsflokkurin, Helgi AbrahamsenSambandsflokkurin, Johan DahlSambandsflokkurin, Magnus RasmussenSambandsflokkurin, Annika Olsen, Tjóðveldi, Bjørt SamuelsenTjóðveldi, Dennis HolmTjóðveldi, Hervør PálsdóttirTjóðveldi, Høgni HoydalTjóðveldi.

 

Tingfundur verður aftur mánadagur, 28. apríl 2025, kl. 10:00. 

Tá er 3. viðgerð av okkara uppskoti.

3. viðgerð LM-110/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Broytingar í fiskimannaskipanini)