Bjarging vestanfyri Vágseiðið
William Smith hevur málað hendingina vestanfyri Vágseiðið, tá Slangan bjargaði tveimum bátmanningum í illveðri. Málingurin er í fleiri ymiskum útgávum. Ein av útgávunum hongur í stovuni hjá foreldrunum vesturi í Bø og hevur Jan Hammer Egholm við hjálp frá vitliki livandigjørt málningin.
Bjargingarbragd vestanfyri Suðuroynna
Jóhan Mortensen handilsmaður og seinni stórreiðari á Tvøroyri keypti í 1875 lítlu skonnartina Snake úr Liverpool og nevndi hana Slangan. Slangan varð smíðað á Isle of Man í 1845. Hon var góð 20 tons og hevði eina slangu sum galliónsfigur. Slangan sigldi innanoyggja við farmi og manningin var vanliga fýra mans.
Ein av skiparunum var Jógvan Thomsen, vanliga nevndur Kvívíks Jógvan, sum førdi Slanguna árini 1879 til 1892. Kvívíks Jógvan var tiltikin fyri dirvi og góðan sjómansskap. Hann bjargaði eisini í trimum førum manningum, sum vóru komnir illa fyri á sjónum. Ein av bjargingunum var í desember í 1891, tá Slangan bjargaði tveimum bátsmanningum, sum í tjúkkum kavaroki vóru komnar illa fyri í illveðri vestanfyri Suðuroynna. Slangan kom til hjálpar í allar ringastu líkindum og tók báðar manningarnar umborð og førdu teir í øllum góðum til Vágs. Bátarnar máttu teir kortini lata fara. Kvívíks Jógvan fekk bjargingarmedalju fyri bjargingarbrøgdini.
Brotið er úr Vikublaðnum 22. sept. 2014 og Óli Olsen skrivaði.
Tað skrivar Dennis Holm á facebook-vanga sínum. Far á facbook síðuna hjá Dennis, har er ein filmur sum vísur hendingina.