Anton Olsen bjargaði 3.628 flóttafólkum
Tann 30. apríl eru 50 ár liðin, síðan Saigon fall, og Vjetnamkríggið endaði við, at Norðurvjetnam tók valdið í sameinda landinum. Við tí endaði eitt ógvusligt og drúgt tíðarskeið við kríggi, sum byrjaði í 1955 ella 56 og endaði í 1975, og sum kostaði nógv mannalív. Heilt hvussu nógv veit eingin ordiliga, men tølini sveiggja úr tveimum milliónum upp í næstan seks milliónir fólk.
Tað var longu greitt fyri tey flestu í Suðurvjetnam, at landið fór ikki at orka at standa ímóti, og tí flýddu nógv yvir háls og herðar. Men eitt dømi fekk eitt serligt leinki til Føroya.
Tað vóru tey, sum flýddu við vjetnamesiska farmaskipinum, Truong Xuan, sum fór úr Saigon nærum í somu løtu, sum býurin fall. Skipið var ikki í besta standi, tað hevði trupulleikar við motorinum, men skiparin, ið frá reiðaranum hevði fingið loyvi til at fara avstað við skipinum, gjørdi av at fara, og hann valdi eisini at taka so nógv flóttafólk við sær, sum til bar. Men at tey skuldu gerast so nógv, sum tey gjørdust, samanlagt 3.628 flóttafólk, kom óvart á hann. Kósin varð sett móti Singapore, sum lá 1.200 kilometrar burturi, men so langt kom skipið ikki. Tveir dagar seinni, 2. mai 1975 fekk maskinbrek og fór at leka, og tí vóru tey veruliga í havsneyð, tá tey sendu út neyðarkall.
Neyðarkallið hoyrdi fjarritarin á Claru Mærsk, sum var á veg úr Tailandi til Hong Kong, og tá hann hevði boðað skiparanum, sum á hesum túrinum var Anton Olsen úr Rituvík, gjørdi skiparin av at venda fyri at hjálpa fólkunum.
LES ALLA GREININA HER Nýggj bók komin út um tá Anton Olsen bjargaði 3.628 flóttafólkum | Kringvarp Føroya
Fríggjakvøldið beint eftir Gekkin sendir KvF okkara egnu sending um hendingina. Sendingin er upptikin í fjør, tá Hung Quoc Nguyen, ið er ein av teimum bjargaðu, vitjaði Bergtóru Olsen, konu skiparans, sum var við henda mikla túr. Bergtóra í dag er gomul kona men hevur verið væl fyri allatíðina. Sendingin, sum eitur Hung vitjar Bergtóru Olsen, verður send fríggjakvøldið 2. mai, 50-ársdagin fyri hendingina, og byrjar klokkan 20:20.
Tað skrivar Sveinur Tróndarson á kvf.fo