Hátíðardagur á Havstovuni

25 og 30 ára starvsdagar

Starvsfólk støðast leingi á Havstovuni. Tað ásanna vit, nú 6 starvsfólk fingu heilsan í sambandi við 25 og 30 ára starvsdagar á Havstovuni.

Stjórin, Marita Rasmussen, bar heilsan fram til starvsfólkini á hugnaløtu tann 30. apríl, og fingu tey blómutyssi umframt eina gávu.

Í røðuni var m.a. víst á stóra týdningin av, at starvsfólk støðast leingi á einum granskingarstovni sum Havstovan, og takkað varð teimum fyri drúgva tænastu.

30 ár

Dagunn Clementsen

Petur Steingrund

Leon Smith

25 ár

Ebba Mortensen

Emil Petersen

Hjálmar Hátún