Tíðindi

Skerjingar og friðingar

Felagi trolbátar hevur veri við í arbeiðsbólkinum sum letur landstýrismanninum tilmæli síðan 2019. Felagið hevði frá byrjan eina sera ivasama støðu til veiðuregluna í umsitingarætlanini. Tað gjørdist greitt fyri okkum frá byrjan at støddfrøðin undir veiðiregluni kom at viðføra ein áralangan niðurskurð uttan íhald. Frymilin er settur soleiðis saman at tað mestsum er ógjørligt at fáa uppgongd av døgum hjá okkum í skipanina, uttan mun til hvussu náttúran og toska-/hýsu fiskarí koma at hátta seg.

Tað eru bert 6 fullriknir trolbátar eftir, ímun til áleið 18 bátar fyri 20 árum síðan. Bátanir sum eru í drift í løtuni høvdu áleið 195 dagar í part til fiskiári 2023.

Bólkurin hevur í løtuni bert 2 økir á landgrunninum sum vit kunna veiða beinleiðis eftir toski. Hesi økir fevna áleið 5-7% av landgrunninum (sí kort, 2 lilla farva økir). Hesi øki eru opin avmarkaði tíðarskeið á árinum. Summi ár kemur toskur framvið hesi økini aftaná gýtingina og tá fáa bátanir 1-3 brúkiligar túrar fyrst í apríl mána. Onnur ár ferðast toskurin ikki á hesum økjum tá hann fer út frá landi, og tá fáa bátanir onki burturúr hesum økjum. Tað eigur at standa einum og hvørjum sólarklárt at eitt so avmarka fiskarí ikki skaðar nakran stovn, líkamikið hvussu nógvir dagar vera brúktir ella ikki á vístu økjunum. Landstýrismaðurin ætlar at friða hesi bæði økir soleiðis at bátanir missa várfiskaríði, sum annars altíð hevur veri ein berðandi partur av raksturin.

Samstundis sum friðingar eru áveg, ætlar Landstýrismaðurin at skerja bólkin so bátanir koma á eitt dagatal sum liggur ímillum 150-160. Søgan hjá bólkinum seinastu 20 árini hevur prógva at tá ein bátur kemur á eitt slíkt støði í døgum, gongur bert ein stutt tíð til báturin liggur uttan manning, og tá blívur driftin meir at líkna við eitt frítíðarítriv heldur enn ein vinnuveg fyri manningar og reiðarí. Sostatt kann ein -20% niðurskurður brádliga merkjast sum ein niðurskurður á -100%. Eitt dagatal á 150-160 dagar er eitt tilverulágmark sum í mestalagi kann strekkja til raksturin. Tað er umráðandi at bátanir hava 190 dagar tey árini fiskur er á landgrunninum (kemur í miðal fyri við 7-8 ára millumrúmi), so teir hava møguleikan at gera eitt til tvey góð ár fyri at leggja pening til síðis til endurnýggjan, tillagingar v.m.

Samstundis sum man ætlar at skerja møguleikanar hjá trolbátunum at klára seg á føroyska landgrunninum, hevur landstýri ikki ampa av at lata havtasku, tosk og hýsu til Bretland, so aðrir skipabólkar enn trolbátanir fáa breiðari livigrundarlag. Tað líkist ongum at slíkar órættvísgerðir mótvegis bólkinum eru við til at taka livibreyði úr munninum á hesum manningunum, og onki verður sett ella lati bólkinum ístaðin.

Tað er okkum eisini heilt óskiljandi at smærru trolbátanir vera skorðnir -20%, tá aðrir trolarar í fiskidagaskipanini vera skornir -10%, hóast aðrir trolarar hava fiska áleið 15-18% meir av toski enn trolbátanir í 2023.

At so lítil samanhangur er í teimum átøkunum sum fiskimálaráðið fremur ber boð um eina dapra framtíð hjá hesum manningunum. Vit heita tískil á landstýrismannin um at viðgerða trolbátanar eins og aðrar trolarar í skipanini, og broyta niðurskurðin frá -20% til -10%.

Felagið Trolbátar (4T)