Tíðindi

Saranja Ellingsgaard dekkari umborð á Eivindi

MAIGUN SOLMUNDE, SKRIVAR

Saranja er 19 ára gomul og hevur í eina tíð siglt sum dekkari við línuskipinum Polarstjørnuni hjá JFK í Klaksvík og við línuskipinum Eivindi, heimahoyrandi í Sandavági. Saranja er uppvaksin í Hoyvík og hevur gingið í skúlanum við Løgmannabreyt.

Eftir loknan fólkaskúla, arbeiddi hon á Bakkafrosti í tvey ár, og tað var har, at hon fekk hug at at royna okkurt heilt annað enn tey vanligu starvsøkini á landi - hon fór til skips.

Saranja kendi seg beinanvegin væl umborð, hóast fyrstu vikurnar vóru ikki fríar fyri sjóverk, og hon varð væl móttikin av sínum starvsfeløgum. Sum øllum kunnugt, so er lívið umborð á føroyskum fiskiskipum ein mannfólkaverð.

Hóast Saranja sum ein ung kvinna kom umborð á eitt fiskiskip, so gjørdi hon júst tað sama arbeiði sum hitt mannskapið, tað var eingin munur á teirra arbeiðsøki á dekkinum.

Vaktirnar vóru sum oftast seks og seks ella tólv og tólv, og tað skal ganga skjótt fyri seg. Tað kom eisini meiri enn so fyri, at arbeitt varð upp til 16 tímar á vaktini, tá var lítil svøvnur millum vaktirnar.

Saranja greiðir frá, hvussu spennandi tað er at uppliva, tá hálað verður og fongurin avdúkar fremmand fiskasløg í alskyns litum og skapi, ið ein ongantíð hevur áður sæð, t.d. yvirvaksnar krabbar ella aðrar fremmandar skapningar, ið havið goymir.

Hetta eru jaligar løtur, sum vekja forvitnið. Tann neiliga síðan er, at ein gerst varur við, hvussu nógv havið er dálkað við øllum møguligum plastikklutum og øðrum burturkasti, sum eisini fylgja við inn á dekkið. Sum heild dámar Saranju væl sjólívið, og hon heldur eisini, at tað er stuttligt, men til tíðir sera strævið, eisini mentalt, at skula vera umborð upp til fimm vikur út í eitt, men tær jaligu løturnar umborð viga upp ímóti teim strævnu.

Lønin er góð, men kundi verið betri, tá ið ein tekur tað kropsliga strævna arbeiðið við í myndina. Saranja letur eisini væl at matinum umborð, hann er framúr góður. Saranja heldur, at fleiri kvinnur áttu at roynt sjólívið, men tá ið tað er sagt, so skal tað ein serlig persónligheit til fyri at velja sær sjólívið sum starvsøki, tí ein skal falla inn í arbeiðsgongdina umborð beinanvegin, og ein veit við tað sama um einum dámar hetta slagi av arbeiði.

Hon kennir seg væl umborð, men nevnir, at ein ávísur munur er á føroyingum og t.d. asiatum, tá ið talan er um atburð. Her skulu greiðar reglur fylgjast, og tað verður eisini respekterað, ogsum heild eru menn umborð fittir og sera raskir. Saranja er nú farin í skúla á Glasir, men tá ið skúlagongdin er lokin er ætlanin, at fara aftur til skips