Tíðindi

Hava tikið móti 60.000 tonsum í ár

Tað er mest makrelur, men eisini sild, sum Pelagos í Fuglafirði tekur ímóti

Upprunalig var ætlanin, at Pelagos í Fuglafirði skuldi taka ímóti eini 45.000 tonsum av uppsjóvarfiski um árið. Fekk virki tað, so skuldi beera til at gjalda hvørjum sítt.

Nú september er farin afturum bak, hevur virkið tikið ímóti góðum 60.000 tonsum og í fleiri avundanfarnu árum, hevur virðið tikið ímóti meira enn 100.000 tonsum.

Í ár er meira enn helvtin av rávøruni tikin frá útlendskum skipum.

Hetta hevur gjørt, at virkið øll hesi níggju undanfarnu árini hevur havt avlop í rakstrinum - í flestu árunum rættuliga góð avlop.

Virkið tekur móti fiskinum, frystir hann fyri tað mesta og so verður hann útfluttur. Fyrst og fremst verður makrelurin seldur til Russlands og onnu8r lond eystanfyri - millum teirra eisini til Ukraina.

Palli hjá Mariannu í Klaksvík eigur 30 prosent av virkinum, Framherji 30 og tað sama eigur Havsbrún. Lokala felagið Á Enni í Fuglafirði eigur 10 prosent av virkinum.

Tað skrivaði Árni Gregersen í dimma.fo fríggjadagin 29.sept.