Tíðindi

Frøðingarnir vita vist eina rúgvu, sum eg ikki veit

Akademia bjargar ikki toskastovninum. Tað skrivar Eyðstein Ólason

Nú toskastovnurin aftur er komin niður á eitt ódámliga lágt støði, verður einaferð enn mælt til at minka um fiskidagatalið og at friða leiðir fyri fiskiskapi.

Gamalt medisin, sum ongantíð hevur virkað hóast nógvar royndir.

Frøðingarnir vita vist eina rúgvu, sum eg ikki veit, men tað sær út sum brikkarnir í putlispælinum verða granskaðir hvør sær, meðan lítið verður hugsað um samlaðu myndina.

Allar friðingarnar, sum eg minnist, hava havt til endamál at verja ungfiskin. Onkur leið hevur verið friðað í gýtingartíðini – ein mánað ella so.

Roynt hevur verið at stýra fiskiskapinum so, at ungfiskurin hevur verið friðaður við stongdum leiðum, meskavídd v.m. og mesta royndin hevur tí verið eftir størri fiski. Hetta er sami fiskur, sum tann eina mánaðin um árið er partvís friðaður, tí nú eitur hann gýtingarfiskur.

Tað var nógv roynd á grunnum vatni í áratíggju bæði av føroyingum og bretum, uttan at hetta gekk út yvir stovnin. Burtusæð frá várfiskarínum fekk gýtingastovnurin frið, tí hann var ikki á grunnum vatni. 

Tá alt tað grunna vatnið varð friðað fyri upsaveiðu fyrst í 90’unum, blivu avleiðingarnar øgiligar. Størri upsin skuldi trároynast alt árið og úrslitið bleiv hareftir.  Fiskaloysi.

Veit ikki hvussu idéin er uppstaðin, at gýtingarstovnurin skal troytast alt árið, meðan ungfiskurin skal friðast. Í øllum førum hevur onki kjak verið um at broyta hetta, sjálvt um úrslitið av hesari stovnsrøkt skríggjar eftir broyting.

Føroyingar kendu til stovnsrøkt áðrenn nakað slag av frøðingum komu á banan. Í øldir blivu bjørgini røkt, og ungfuglur bleiv veiddur. Gamal fuglur bleiv eisini tikin, men við varðsemi. 

Við øllum livandi tilfeingi á landi ger man á sama hátt. Røkir stovnin og tekur avkomið. 

Og skal tað endiliga vera fiskur so heldur alivinnan eisini at aldargamla modellið roynist best - at røkja stovnin (lívfiskin) og taka avkomið. 

Løgi at tey ráðandi tora at satsa uppá eina skipan, sum í besta føri er ivasom og í ringasta føri skaðilig, heldur enn modellið, sum hevur riggað í øldir.

Fiskidagar og friðingar ella kvotaskipan kann alt vera fullkomuliga líka mikið, so leingi stovnurin verður troyttur úr skeivum enda.

Eyðstein Ólason