Tíðindi

Fiskaprísurin kundi verið enn betri við meira sølu uttanlands

- Munurin á teimum gomlu ísfiskalínuskipunum og nýggju frystilínuskipunum er, at veiðivirðið hjá nøkrum av skipunum nú er fleirfaldað, sigur Jan Højgaard

Føroya Fiskimannafelag helt landsfund á Hotel Hafnia mikudagin 28. des.2022, og her hevði felagsformaðurin, Jan Højgaard, eina ársfrágreiðing um gongdina í árinum sum fer.

- Vit hava havt eitt ár við høgari inflatión, har raksturin av samfelagnum er øktur munandi. Hetta sæst eisini aftur hjá føroysku húsarhaldunum, sum hava fingið í meira lagi at rinda, nú alt kostar meira.

Ein avleiðing er, segði felagsformaðurin, at fiskimaðurin eisini fær minni fyri sína hýru.

- Tað kostar meira at gera skip út, men hetta verður vunnið væl og virðiliga inn aftur í góða fiskaprísinum, sum verið hevur.

Jan Højgaard segði, at stóru príshækkingarnar í fyrsta lagi eru tengdar at vanlukkuliga krígnum í Ukraina.

Góðir fiskaprísir

- Fiskaprísirnir hava verið so góðir, sum sjáldan áður. Hóast toskurin misti MSC-góðkenningina, hevur prísurin kortini verið avbera góður.

Felagsformaðurin vísti á, at fiskaprísirnir sum heild hava verið góðir, og at skipini hava havt góðar sølur.

- Hetta sæst best aftur hjá línuskipunum sum frysta. Tey hava økt munandi um umsetningin. Munurin á teimum gomlu ísfiskalínuskipunum og nýggju frystilínuskipunum er, at veiðivirðið hjá nøkrum av skipunum er fleirfaldað.

Landingar uttanlands

Jan Højgaard helt fyri, at um frystilínuskipini høvdu havt betri atgongd til landingar uttanlands, hevði fiskaprísurin eisini verið enn hægri.

- Hetta hevði givið væl meira til manningarnar og føroyska húsarhaldið, eins og hetta hevði loyst fleiri avbjóðingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Felagsformaðurin helt, at tað hevði verið lættari at fingið føroyingar at mannað fiskiskipini, har vit nú hava útlendingar.

- Inntøkan er framvegis ov lág í mun til ta tíð, sum fiskimenn eru til arbeiðis, legði Jan Højgaard aftrat.

Jan Højgaard, felagsformaður, greiddi á landsfundinum frá, hvussu árið hjá fiskimonnum hevur vignast

Uppliva eitt slag av heksajagstran

- Fleiri ferðir um árið renna fiskimenn seg fastar í okkara sosialu skipan

- Tað er trupult at gerast sjúkur ella skaddur, um tú ert verkafólk. Ein orsøk til hetta er, at føroyingum dámar at halda fólki niðri í dýkinum – eisini við einari lóg, ið er so óetisk, sum hon vera kann.

Tað segði Jan Højgaard á landsfundinum.

- Vit fáa ikki somu rættindi í lóggávuni, sum tey, ið eru vard av lógini, eins og starvsmenn ella tænastumenn eru.

Felagsformaðurin helt fyri, at tað, at gera so stóran mun á fólki í lóggávuni, ber brá av vantandi virðing fyri mannarættindum.

- Fleiri ferðir um árið renna menn seg fastar í okkara sosialu skipan, og til tíðir fáa teir ikki eina krónu. Hetta er tí, at myndugleikarnir ikki hava so mikið av virðing fyri verkafólkinum, at teir vilja geva tey sjálvsøgdu rættindi, sum nógv hava fingið við lógini.

Jan Højgaard helt fyri, at enn fer eitt slag av heksajagstran fram.

- Sum samfelag mugu vit sleppa burtur úr slíkum fordómum. Sum tjóð eiga vit øll at taka saman hendur, soleiðis at eingin dettur niður ímillum.

Felagsformaðurin hevur tí eina áheitan á myndugleikarnar:

- Latið allar føroyingar verða undir einari arbeiðsmarknaðarlóg og latið okkum øll verða líka fyri lógini.

 

- Tað er okkara vón, at fólk taka væl ímóti útlendsku fiskimonnunum í Føroyum

Á landsfundinum nam Jan Højgaard eisini við eitt óheppið rák í Føroyum.

- Tað hevur verið tosað niður á fiskimenn og fiskivinnuna í nógv ár. Hetta hevur eisini verið við til at gera tað trupult at manna skipini.

Felagsformaðurin vísti á, at inntøkan hjá fiskimonnum er nóg mikið til at fáa ávís fólk upp úr stólinum.

- Jú, tað kann síggja gott út á pappírinum, men tá kemur til tímalønina umborð, so vantar í hjá fiskimonnum, tá samanborið verður við inntøkuna og tímalønina hjá øðrum yrkisbólkum.

Jan Højgaard segði, at negativa umrøðan av teimum, ið hava valt fiskivinnuna sum sítt lívibreyð, hevur rikið nógvar føroyingar í land.

- Tí hava vit fingið nógvar fiskimenn úr øðrum londum at taka saman hendur við okkum. Tað er okkara vón, at Føroyar taka væl ímóti útlendsku fiskimonnunum, sum eru komnir higar at vinna, legði hann aftrat.

Tað skrivaði Vilmund Jacobsen, í Sosialinum, eftir landsfundin hjá Føroya Fiskimannafelag.