Tíðindi

Fiskamarknaðurin

Meting fyri viku 7

Línuskip: Eitt ísfisklínuskip er norðanfyri, fýra frystilínuskip eru við Ísland og fimm eru við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Ísfiskalínuskipið landar í vikuni og møguliga okkurt frystilínuskip.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyrst í vikuni, men meira ivasamt seinni í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Tað er mest hýsa bátarnir fáa og so er eisini nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á Íslandsrygginum og so eru tveir á svartkalvaveiðu. Vit vantað at allir landa í vikuni.

Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí. Fiskaríið er misjavnt. Tey flestu pørini koma at landa í vikuni.

Trolbátar: Tveir eru á Skeivabanka og tveir eru eystanfyri. Teir fiska allir havtasku og koma allir at landa mánadagin. So eru tveir norðanfyri og fiska. Teir fáa mest av toski og so nakað av hýsu og longu. Annar landar mánadagin, meðan hin landar seinni í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Øll landa í vikuni.