Tíðindi

Einar útlærdur maskinsmiður og er ávegis til Danmarkar

Á Varðanum Pelagic stremba vit eftir at loypandi útbúgva fólk innan ymisk starvsøkir. Einar A. Thorsteinsson byrjaði í maskinlæru á Varðanum Pelagic sum 17-ára gamal.

Í 2022 bleiv Einar útlærdur maskinsmiður og helt fram í starvi á virkinum.

Í vár gav Einar boð um, at hann fer til Danmarkar at lesa víðari til maskinmeistara.

Einar hevur nú havt sín seinasta arbeiðsdag á Varðanum Pelagic, og tað er við sorgblídni, at vit siga siga honum farvæl.

Vit ynskja Einari góða eydnu við víðari lesnaðinum og takka honum fyri tíðina, hann lærdi og starvaðist hjá okkum.