Tíðindi

MYNDARRØÐ: Ein áhugabólkur hevur keypt gamla postbátin

Í næstum skal Ólavur flotast og sleipast til Nólsoyar. Har skal hann setast í upprunastand.

Tað var tann 9. januar 2020 at søguligi postbáturin sakk framvið bryggjuna í Vestmanna. Hann bleiv tá tikin upp og settur á økið hjá skipasmiðjuni í Vestmanna.

SÍ myndir HER Myndarøð: Søguligur ferðafólkabátur sakk í Vestmanna (r7.fo)

Barður á Steig Nielsen og fleiri hava nú tikið stig til at seta ein grunn á stovn. Barður á Steig Nielsen er formaður í grunninum, sum nú hevur keypt “M/S Ólav VN 138.

Grunnurin hevur longu ogna sær peningaligan stuðul, so fyrsti partur av endaligu ætlanini kann gjøgnumførast. Í næstum er ætlanin at fáa Ólav, sum stendur á landið, aftur á flot.

Síðan skal Ólavur sleipast til Nólsoyar, har hann skal setast í uppruna stand. Mett verður at tað arbeiðið tekur um hálvtannað ár, siga fyrireikararnir.

Vestmanna kommunu hevur á fundi einmælt samtykt at stuðla við kr. 150.000 kr.

Vága kommuna viðgjørdi stuðulsumbøn frá grunninum, men ikki er greitt um tann umbønin er endaliga avgreidd.

 

Fakta um Ólavur VN 138 ( skipalistin.fo ) 

Jógvan Hansen bygdi hann í 1930
Longd 10,94 m -Breidd 3,38 m

Bruttotons:14,24 -Nettotons:7,96
Maskina:Volvo Penta 81,25KW
Byggitilfar:Viður
Upp til høvuðsdekk1,73 m
 

Her er eisini ein lítil frásøgn um postfluttning í Vágum fyrr, har ferðafólka & postbáturin hevði ein leiklut:

Postfluttningur í Vágum fyrr
Frásøgn eftir Jóhan á Ørg, Sørvági (1923 – 1995)

Hendan frásøgnin snýr seg mest um fyrru helvt av 20. øld, so sum frásøgumaðurin minnist henda flutning, tá hann var ungur.

Vestmannasund
Tað fyrsta eg minnist sigldu deksbátarnir “Helgi” og seinni “Ólavur” um Vestmanna­sund. Maðurin, sum røkti rutuna nevndist Sam. Bilferjan “Sam”, sum nógv ár seinni sigldi um sundið, varð nevnd eftir honum. Sam og beiggi hansara, sum var eitt sindur kúlutur, plagdu at sigla úr Vestmanna og á Fútaklett og hagan á Kvívík. Av Kvívík sigldu teir aftur á Fútaklett við postinum, sum kom úr Havn. Og so var onkur úr Vágum eftir postinum, og teir sigldu so aftur á Vestmanna.

Tað var minni enn so, at teir altíð fingu lagt at á Fútakletti við “Helga” ella “Ólavi”, og tí høvdu teir bát við, sum varð sleipaður afturút. Einaferð hendi ein vanlukka, tá hesin lítli báturin hálvdist, og ein av synunum hjá Sam druknaði.

Av Fútakletti
Stóri Martin, av Vatnsoyrum, flutti postin av Fútakletti og til Sandavágs, Miðvágs og Sørvágs. Hann hevði eitt ross og innilokaðan hestavogn at føra postin við. Stóri Martin kom so sjabbandi við postinum, ofta var tað nógv og tungt. Posturin, hann flutti til Sørvágs, hoyrdi til Sørvág, Mykines, Bø, Gásadal og Slættanes. Seinni yvirtók Niklas Norði í Stovu í Sørvági postflutningin av Fútakletti, tá hann hevði fingið bil.

Skrivað av eftir bandupptøku frá ca. 1987, snikka til og sett saman: Sonni Jacobsen.

Myndirnar eigur Birgir Waag Høgnesen