Tíðindi

13 mans, harav ein drongur sum var í starvsvenjing. Skipari var Bogi Rasmussen.

Í gjár og í dag hevur Christian í Grótinum landað sild til Pelagos í Fuglafirði, sum teir fingu í íslendskum sjógvi.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag við jólapakkum. Tíð var eisini til prát, Guds orð og bøn, saman við trimum av manningini, sum høvdu landingartørn.

Tekstin eigur Føroyska Sjómansmissiónin og myndina eigur TJ-myndir.

-Tað gekk væl at fiskað, tí vit fingu góð 2000 tons í eitt samdøgur. Harafturat var tað stór og góð sild, sum í miðal liggur um 370 gram. Tað sigur stýrimaðurin Christian Djurhuus.

-Vit royndu við troli eftir sildini og har vóru fleiri onnur føroysk skip, sum eisini trolaðu eftir sild. Eg haldi tey flestu høvdu brúkiligan fiskiskap, sigur hann.

-Vit eru væl nøgdir við skipið, sum bæði hevur roynst væl og riggað væl hesar umleið átta mánaðirnar, tað hevur verið í vinnu. Vit fara óivað ein túr afturat eftir sild, og so man fara at stittast til vit fáa jólaferiu, sigur Christian Djurhuus.

13 mans vóru við Christianni, harav ein drongur sum var í starvsvenjing. Skipari var Bogi Rasmussen.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.