Tíðindi

Veðrið- Vindávaring er fyri Ytribanka, Munkagrunnin, Fugloyarbanka og Íslandsryggin

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

Lot til frískt lot vestan og av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum seinnapartin veksur upp í frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og sum frá líður regn vestanífrá. Hitin millum 3 og 8 stig.