Sjurðarberg skifti lit

Hevur skift navn til til RÍO SOLÍS IV

Trolarin hevur ofta skift eigarar og navn.

Sjúrðarberg var bygdur á Skála Skipasmiðju í 1988, tá kallaðist hann Skálafjall. Søguna um Skálafjall og  sakarmálini minnast tey flestu.

Seinni skifti Skálafjall navn fleiri ferðir:

1992 til Beinir TN 330      Tórshavn

1995 til Akraberg FD10    Toftir

2003 til Akraberg GK 210 Grindavík

2005 til Akraberg              Akureyri 

2006 til Polonus GDY 36   Gdynja 

2008 til Tunus                   Grønland 

2017 til Dorado YLPB        Latvia  

2020 til Sjúrðarberg KG 184 Klaksvík 

2024 seldur til Thor.

Tað var felagið Thor í Hósvík sum keypti Sjúrarberg frá Kjølbro í Klaksvík. Skipið skuldi síðan seljast til eitt útlendskt felag, sum Thor eisini var partur av. Rio Solis IV sum Sjúrðarberg nú eitur fer at royna eftir botnfiski við Uruguay og møguliga Afrika". 

Tað er sambært skipaskrásetingini felagið Pesquerias Belnova S.A í Uruguay, sum eigur skipið í dag, Tað skrivar fiskur.fo, sum eisini hevur útvega myndina.

Hendan heimasíðan fylgir við gongdini hvat hendir við Sjúrðarberg https://www.puentedemando.com/

 

.