Veðrið
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og turt fyri tað mesta, í støðum sirm. Í kvøld frískt lot upp í frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og támut, sum frá líður regn sunnaneftir.
Hósdag fyrrapart gongur ættin niður í sunnan, tað verður framvegis skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin alt samdøgrið 10 til 14 stig.
Hósdagin
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Um kvøldið gongur ættin niður í sunnan og tað verður sum frá líður turrari, tó við onkrum æli. Hitin 10 til 13 stig.
Fríggjadagin
Frískt lot upp í strúk av útsynningi, 5 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 10 til 13 stig.
Leygardagin
Frískt lot upp í frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 10 til 14 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot sunnan ella av útsynningi, 3 til 8 m/s, turt fyri tað mesta, tó í støðum okkurt ælið. Hitin 10 til 14 stig.