Okkara partur úr bankatoskinum er ov lítil
Í gjár kom 42 fót glastrevjabáturin Gusti á Leirvík av triðja túrinum á Føroya Banka. Teir tríggir menninir, sum eru við bátinum, eru 210 ár tilsamans.
-Prísurin vit fáa fyri bankatoskin er alt ov lítil tá vit hoyra hvat matstovurnar í Havn borðreiða bankatoskin fyri, sigur Kjartan Joensen.
Hoyr samrøðuna sum Tórður Mikkelsen hevði við Kjartan Joensen HER Summarmorgun | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Avreiðingarprísurin hjá Gusta í gjár var 30 krónur kilo.
Gusti hevur verið tríggjar túrar á Føroya Banka í juli og teir eiga tveir eftir. Kjartan Joensen sigur, at teir túrarnir verða eftir ólavsøku.
Her kanst tú hoyra samrøðuna við Kjartan Joensen, sum var í Summarmorgni í morgun.