Í 1966 málaði William Smith hetta inn í rattið av sluppini Albert Victor
Í 1966 málaði William Smith sluppina City of Norwich TG 330 úr Vági inn í rattið av sluppini Albert Victor TG 327, eisini úr Vági.
Niels Petur við Bakkhús í Hvalba, Niels Petur Hentze Holm (1906-1995), ið var abbi Elnar Niclasen á Tvøroyri, førdi báðar sluppirnar í síni tíð.
Elnar Niclasen veit at siga, at abbon (Niels Petur við Bakkhús) fekk málningin sum gávu, tá ið hann fylti 60 í 1966.
Hetta er ein áhugaverdur málningur nettupp tí, at hann er málaður á lørift, sum er spent inn í rattið av Albert Victor.
Myndirnar vísa málningin hjá William Smith frá 1966, Niels Petur við Bakkhús,, sluppina Albert Victor og sluppina City of Norwich.
Tað skrivar Sonne Smith á facebook-vanga sínum. Har hevur hann fleiri myndir t.d av Niels Petur við Bakkhús,, sluppini Albert Victor og sluppini City of Norwich, sum tú eisini sært niðanfyri her